Søgan

Ein tanki bleiv til veruleika...

Tað var eitt prát um, at Hvistan átti at havt sítt egna 1/2marathon, og so var tankin sáddur, og skjótt spíraði...

Klaksvíkssjingurin Eyðbjørn Jacobsen sniðgav búmerkið, ið vísir ein fót, ið júst er ein av høvðusamboðunum, tá ið ein skal klára at flyta seg teir 21,1km.

Føroya Sunnasta 1/2marathon er eisini eitt navn, ið er valt fyri at nýta eitt sindur av orðaspæli, tí vit vita jú at tað eitur syðsta, men at vera sunnur, og at tiltakið er sunnast í Føroyum, gjørdi at vit valdu heiti.